Vælkomin til Orðarætt.fo
Tað er ókeypis at vera við í spurnakappingini.
Øll, ið svara, hava møguleika at vinna – eisini tey, ið svara skeivt, men einans tey, ið svara rætt, eru við í lutakastinum um størra gávukortið.
Endamálið við hesari spurnakappingini er at stimbra áhugan fyri føroyskum máli, fyri føroyskari mentan, fyri føroyskari siðvenju og kanska at fáa eitt gott og stimbrandi prát um føroyskt yvirhøvur.
Í fyrstuni verða 2 gávukort við ymiskum virði latin hvørja viku. Fær kappingin góða undirtøku, verða fleiri gávukort latin við ymiskum virði.
Tey, ið gita, sleppa at gita eina ferð hvørja viku. Drigið verður hvønn sunnudag seinrapart klokkan fýra.