Um Orðarætt.
Tað er ókeypis at vera við í spurnakappingini.
Øll, ið svara, hava møguleikan at vinna – eisini tey, ið svara skeivt. Einans tey, ið svara rætt, eru við í lutakastinum um størra vinningin.
Endamálið við hesari spurnakappingini er at stimbra áhugan fyri føroyskum máli, fyri føroyskari mentan, fyri føroyskari siðvenju og kanska at fáa eitt gott og stimbrandi prát um føroyskt yvirhøvur.
Í fyrstuni verða 2 gávukort latin hvørja viku. Fær kappingin góða undirtøku, verða fleiri gávukort latin við ymiskum virði.
Tey, ið gita, sleppa at gita eina ferð hvørja viku. Drigið verður hvønn sunnudag seinrapart klokkan fýra.
Alt innan okkara dátuverndarkunning, kann lesast her.
Spælireglur.
§ 1.0 Tað kostar einki at vera við í hesari spurnakappingini
§ 2.0 Øll, ið duga føroyskt, kunnu svara og vera við í lutakastinum.
§ 3.0 Drigið verður hvønn sunnudag kl. 16.00 millum innkomnu svørini.
§ 4.0 Nýggj kapping byrjar sunnukvøld á miðnátt.
§ 5.0 Vinnarin fær beinleiðis boð.
§ 5.1 Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni, so skjótt hann er funnin.
§ 5.2 Vinnarin fær vinningin eftir neyvari avtalu.
§ 5.3 Fyrningarfreistin fyri gávukort er vanliga 3 ár ella eftir avtalu við veitaran.
Hví Orðarætt?
Okkara mál, føroyskt, verður hótt av so mongum. Vit leita til fremmandar miðlar, tá ið vit ivast í einumhvørjum. Vit “googla”, tá ið vit standa føst, yngri sum eldri. Tað er gott, men, sum tey tóku til fyrr: Vandi er í hvørjari vælferð. Útlendsk orð og útlendskar vendingar troka føroysk orð og føroyskar vendingar út av eggini.
Endamálið við hesari heimasíðuni og hesari kappingini er at royna at stimbra áhugan okkara millum til at duga føroyskt betur, til at vilja læra meira um føroyskt, okkara móðurmál, og til at leggja doyðin á at varðveita móðurmálið.
Hvønn dag hvørvur okkurt lítið mál kring um í heiminum. Tað hevði verið harmiligt, um føroyskt fór sama veg!
Ofta er torført at fara undir nakað nýtt. So er eisini her. Sum frá líður, er ætlanin at menna kappingina, so at hon gerst meira spennandi og meira áhugaverd.
Livst, so spyrst.