Skip to content

Ikki er tað lætt!

Ikki er tað lætt.

Hevur tú frætt,

at ilt er at skriva frætt rætt,

tí frægt er kanska eins rætt og frætt,

eins og frægt skuldi kanska verið skrivað frætt,

um tað skuldi verið rætt.

Nær verður so frægt skrivað frætt?

So frægt, at tað er rætt?

Ikki tá ið tað er rætt?

So má tað vera, tá ið tað er galið.