Dátuverndarkunning
ÍVF Orðarætt hevur dátuábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerðini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar.
Kontaktupplýsingar
Um tú skalt venda tær til okkara viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú møguleika at seta teg í samband við okkum ígjøgnum fylgjandi upplýsingar:
Teldupostadressu: ordaraett@ordaraett.fo
Telefonnummar +298 218777.
Viðgerð av persónsdatum
Persónsupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú vilt ikki, at vit viðgera hesar upplýsingar, hevur tú ikki møguleika at vinna.
Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvt, og vit strika tærr, tá ið vit hava ikki tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir eftir 1 ár, ella tá ið mett verður, at samskiftið er ikkiviðkomandi longur.
Vit biða bara um hesar upplýsingarnar:
- Navn
- Bústað
- Teldupostadressu
- Telefonnummar
Persónsupplýsingar um kundar verða savnaðir til fylgjandi endamál:
- Avgreiðsla av vinnara ella vinnarum.
- Úrslit í kunnu brúkast til fáa ein meira neyvan kunnleika um tað føroyska málið.
Hesar upplýsingar savnast við grundarlagi á fylgjandi lógarheimild:
- Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.
Hvørjar upplýsingar verða goymdar?
Vit savna upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:
- Hvørji farspor verða goymd
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er farspor, sum eru dátufílur, ið verða goymdar á tíni tóleind.
Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, verða fylgjandi upplýsingar goymdar í okkara bókhaldsskipan:
- Navn, adressa og teldupostadressa hjá veitara
- Kontunummar í peniningastovni
Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum ger tað neyðugt at viðgera hesar persónsupplýsingar, er grundað á at ”halda rættarliga skyldu”.
Aðrar upplýsingar um viðgerð – Trygd
Vit hava skipað hóskandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólógliga verða strikaðar, almannakungjørdar, burturblivnar, minka í virði, ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríði við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bara kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar sambært Dátuverndarlóginia § 7.
Dataminimering
Vit savna, viðgera og goyma bara persónsdátur, sum eru neyðugur í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av dátum er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Dagført data
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so skipa vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.
Tíni rættindi
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
Um tú biðjur um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættaði. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
Í summum førum, hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt møguligt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað.Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir upplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgdara ella dátaviðgera.
Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til endamálið, sum tey vóru savnað til.
Tá ið tú vendir tær til okkum við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú undir kontaktupplýsingarnar omanfyri.